Sjóvar kommuna fekk 3.003.564 krónur í kommunuskatti fyri desember 2014 við reguleringum. Í desember 2013 var skattainntøkan 2.612.783 krónur.
Soleiðis er talan um ein vøkstur í desember 2014 á heili 15%.
- Samlaði persónsskatturin við reguleringum í 2014 varð tilsamans 29.178.087 krónur, og tað er ein vøkstur á 12% í mun til 2013.
Sjóvar kommuna fekk sostatt 3.129.424 krónur meir inn í skatti í 2014 enn í 2013.
- Av hesum stava 1.296.804 krónur frá hækkaðum skattaproseti, sigur Sjóvar kommuna í dag.