Soleiðis skrivar Olivur Thomsen frá Visit Kalsoy í tíðindaskrivi.
Hann vísir á, at fokus á Føroyar, sum KÍ í europeiskum fótbólti, og uttøkan hjá landsliðnum í europeiskum hondbólti skaptu og ófriður og ótryggleiki sunnanfyri, fara uttan iva at fáa enn fleiri ferðafólk hendanvegin.
##med2##
– Møguliga fara vit eisini at síggju fleiri amerikanar, tí Atlantic Airways flýgir beinleiðis til New York, og Icelandair fer at flúgva fleiri ferðir um vikuna til Føroyar. Tað kann eisini viðføra, at ferðandi úr Europa fara at brúka Føroyar sum millumstøð til Íslands - og at amerikanarar fara at koma til Føroyar umvegis Ísland, skrivar Visit Kalsoy.
Niðanfyri vísa vit onnur samansett hagtøl frá SSL á øðrum líknandi leiðum og Vága Floghavn fyri samlaða 2023:
##med3##
– Her síggja vit, at talið á vitjandi á Mikinesarleiðin er vaksandi aftur, at vitjandi á Fugloyarleiðini fækkaðu, meðan ferðafólkatalið um flogvøllin er vaksandi. Lat tað verða nevnt, at ongin sigling er á Mikinesarleiðini um veturin - og í fleiri dagar er ongin sigling vegna brim.
– Vit nýta høvið at takka fyri farna árið - og vóna, at SSL kann dagføra siglingina á Kalsoyarleiðini eftir dagsins tørvi við at sigla oftari í dagtímunum yvir alla vikuna, nú bæði SAM og Ternan/Teistin eru tøkir hjá SSL. Somuleiðis vóna vit, at bussleiðin á Kalsoynni verður betur tillagað tørvin, so ferðafólk kunnu líta á, at tey koma runt í oynni og uppliva eina jaliga vitjan, skrivar VisitKalsoy.














