Nógv fleiri børn fødd í Føroyum í ár

Í ár verða eini 15 fleiri børn fødd enn í fjør

Í ár eru fleiri børn fødd í Føroyum enn tað hava verið hesi seinastu árini.

Higartil til ár eru 607 børn fødd á Landssjúkrahúsinum og væntandi verða eini 10-15 børn fødd afturat í ár, sigur Landssjúkrahúsið.

 Sostatt verður roknað við, at burðartalið verður eini eini 617 - 622 børn á Landssjúkrahúsinum í ár. Í fjør vóru 608 børn fødd á Landssjúkrahúsinum.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er 32 børn fødd í ár, og har væntað tey eini trý børn afturat áðrenn árið er runnið.

 

Sostatt eru higartil í ár fødd 639 børn í Føroyum og væntandi vera 13-18 børn fødd afturat.

Tilsamans er tískil væntandi, at eini 652-657 børn fara at verða fødd í Føroyum í ár og tað er tað mesta hesi seinastu árini.

 

Eftir upplýsingum frá landslæknanum, vórðu 637 børn fødd í Føroyum í fjør og 619 børn vórðu fødd í 2012.

Annars hevur føðitalið í Føroyum verið hetta hesi seinastu árini.

2011: 585 børn

2010: 650 børn

2009: 618 børn

2008: 675 børn

2007: 688 børn

2006: 673 børn

2005: 720 børn

2004: 725 børn

2003: 708 børn

2002: 716 børn