Hóast tað síðani 28. desember støðugt hevur verið leitað í Oyndarfirði eftir 20 ára gamla Rana í Billustovu, so hevur tað higartil verið uttan úrslit.
Nú verður skipað fyri leiting nú leygardagin 4. januar. Tað er Jón Nolsøe Olsen í Fuglafirði, sum hevur tikið stig til hetta átakið. Hann sigur soleiðis á sínum facebook profili:
Leygarmorgunin 4.januar kl. 09.30 fara vit við bátum úr Fuglafirði at leita. Vit byrja her á Fuglafirði og flyta okkum út í Djúpini.
Klaksvíksbátar verða við í leitingini, og byrja teir suðuri við Gøtunes og ætla at leita norðureftir og møtast vit so við teimum í Djúpunum og halda áfram norðureftir.
Um fólk úr øðrum bygdum vilja hjálpa til at víðka um leitingina, eru tit meira enn vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Eg fari á henda hátt at biðja tykkum, sum kunna brúka leygardagin ella part av degnum til hetta, um at koma við at hjálpa, antin við báti ella til “útkikk”.
Um møguligt, takið kikara og bjargingarvest við.
Um fólk í øðrum bygdum vilja hjálpa til at víðka um leitingina, eru tit meira enn væl komin at seta tykkum í samband við okkum, sigur Jón Nolsøe Olsen.