Nógv fáa ikki endarnar at røkka

- Hóast framgongd hevur verið, so haldi eg ikki, at henda framgongd hevur verið nóg væl býtt millum fólkið, ið her býr, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen.

Hvat hevur tú at siga um árið 2014?

 

- Persónliga havi eg nærum bara góð minnir um 2014. Sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag var árið merkt av sáttmálasamráðingum.Vit fingu ein sátmála við arbeiðsgevarafelagið, sum vit vóru nøgd við. 2014 hevur eisini verið eitt ár, har fleiri av limum okkara hava havt nógvar trupulleikar.

 

Tað sigur Georg F. Hansen, og hann leggur aftrat í sama viðfangi:

 

- Eg tosi við nógvar av limum okkara, sum hava sera ringt við at fáa endarnar at røkka, serliga tí tey ikki fáa nóg mikið av arbeiði. Vit hava nógvar limir, sum arbeiða nógv minni enn 40 tímar um vikuna, sjálvt um tey ynskja at arbeiða fulla tíð. Fleiri kundu hugsað sær at fingið onkrar yvirtímar, so tey eisini kundu fingið lut í “flatskattinum”. Hóast framgongd hevur verið, so haldi eg ikki, at henda framgongd hevur verið nóg væl býtt millum fólkið, ið her býr.

 

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Eg haldi nýggjár saman við vinum og familju, eg keypi einki fýrverk.

 

Gevur tú nýggjárslyfti? Nei.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Mítt nýggjársynski skal vera, at vit í 2015 fáa eina samgongu, sum er til frama fyri okkara limir, sum eitt nú vil geva teimum sama rætt til skattalætta, sum tey háløntu nú fáa. Vit mugu eisini fáa eina eftirlønarskipan, sum tekur hond um allar borgarar.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2015?

 

- Tað er ikki lætt at meta um tað, sum koma skal. Eitt eru vinnuligu útlitini, og har sær kanska ikki so galið út á fleiri økjum. Men eg haldi, at vit hava lyndi at gloyma, at hóast framgongd er onkustaðni, so verður ov lítið gjørt fyri at fáa øll við. Tað eru til dømis ógvuliga nógv tilkomin fólk, serliga konufólk, sum eru arbeiðsleys, ella bara arbeiða nakrar fáar tímar. Henda bólk má okkurt gerast fyri. Eg rokni tó við, at vit fáa eina nýggja samgongu, har solidaritetur verður skjaldramerki - eina samgongu, sum vil arbeiða til frama fyri barnafamiljurnar, fyri tey á niðaru rókunum, fyri teimum lægri løntu og teimum uttanfyri arbeiðsmarknaðin, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen.