Nógv dýrari at búgva í Klaksvík enn í Havn

Klaksvíkar kommuna er ikki kappingarfør, sigur býráðslimur

Tað er nógv dýrari hjá eini miðal hampa familju at búgva í Klaksvík, enn tað kostar hjá henni at búgva í Havn.

Tað staðfestir Eyðstein Poulsen, býráðslimur í Klaksvík.

 

Hann sigur at á familjupolitiska økinum er Klaksvíkar Kommuna rætt og slætt ikki kappingarfør í løtuni.


- Klaksvík hevur staðið í vøkstri seinastu árini, eftir at kommunan varð tvingað á knøini í 2008, sigur hann.

Henda góða gongd sæst aftur, tí fíggjarliga setir tíðin nú, met og fólkatalið veksur.

 

Men samstundis er tað nógv dýrari hjá eini familju við børnum at búgva í Klaksvík, enn tað er at búgva í Havn, sigur hann.

 

Sum dømi hevur hann eina barnafamilja við trimum børnum, einum í vøggustovu og tveimum í barnagarði.

Foreldrini hava eina inntøku á 600.000 krónur um árið tilsamans.

 

Býr hendan familjan í Klaksvík, skal hon rinda kommununi 150.414 krónur í skatti og gjøldum til barnaansing.
Men býr sama familja í Havn, skal hon rinda Tórshavnar Kommunu 135.813 krónur í skatti í barnaansing.

Sostatt kostar tað hesi familjuni næstan 15.000 krónur meiri at búgva í Klaksvík, sigur Eyðstein Poulsen.

 

Les meiri HER