Duga vit at siga mun á, hvussu ymisk fiskasløg smakka?
Hetta var ein spurningur, Heilsufrøðiliga Starvsstovan setti sær fyri at kanna á Vísindavøkuni, sum var í Havn fyri stuttum.
Royndin varð gjørd soleiðis, at fýra føt við ymiskum fiskasløgum vórðu sett fram.
Talan var um eitt fat við toski, eitt við brosmu, eitt við makreli og eitt við sild.
Fólk vóru síðani biðin um at fáa sær ein smakk og at skriva niður á ein lepa hvat fiskaslag tey hildu var á fatinum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur á heimasíðuni, at tilsamans svaraðu 31 fólk svaraðu og ásannast má, at fiskur er neyvan tann smakkurin, føroyingar eru best kunnugir við.
Heilt nógv svaraðu skeivt og eitt nú er vert at leggja til merkis, at eingin gitti brosmuna rætt.
Tey flestu hildu, at talan var um tosk ella hýsu, men skotið varð eisini upp á kalva, upsa og reyðsprøku, og enntá upp á laks og jákupsskel.
Toskurin var tað, tey flestu kendu aftur, við tað, at nøkur og tjúgu kendu smakkin aftur, men summi hldu kortini, at talan var um hýsu ella kalva.
Hóast makrelur er dagligt samrøðuevni, vóru tað ikki meiri enn sløk helvtin, sum kendi smakkin aftur, hóast hann er rættiliga sermerktur.
Fleiri hildu, at talan var um sild, men summi skutu eisini upp á upsa, kalva, seið og steinbít. Og so vóru tað eisini nøkur, sum hildu, at talan var um síl ella tunfisk.
Smakkurin av sild er ikki minni sermerktur, men hóast tað, var tað bara triðingurin, sum kendi smakkin aftur. Næstan líka nógv hildu, at talan var um makrel, men summi hildu, at talan var um upsa, seið, kalva, ella hýsu – og onkur helt enntá, at talan var um rogn.