Fleiri fólk nýttu høvið at spyrja borgarstjóran spurningar um Kommunuskúlan, tá Heðin Mortensen seinnapartin í dag sat við knappaborðið og svaraði borgarum, sum spurdu um og gjørdi viðmerkingar til Kommunuskúlan. Alt fór fram á Facebook.
Á heimasíðu sínari skrivar Tórshavnar kommuna, at onkur helt, at Kommunuskúlin skal verða verandi skúli.
Til hetta svaraði borgarstjórin:
- Í miðbýnum er eisini annar stórur skúli. Vit fara út úr gomlum kommunuskúla, sum ikki longur lýkur krøv til nútíðarskúla. Skúlin er fyri børnini, ikki miðbýin, tað er hóast alt børnini og teirra menning, skúli snýr seg um.
Ein annar helt fyri, at Kommunuskúlin skal gerast um til lestraríbúðir, soleiðis at meira lív fæst í miðbýin.
- Hetta er eisini eitt gott uppskot. Vit hava tørv á lestraríbúðum bæði til støk og familjur. Eitt kollegium er eitt sera lívligt stað við nógvum ungdómi. Hetta er eisini við til at betra um umstøðurnar hjá lesandi, og tað ynskja vit, svaraði Heðin Mortensen.
Ein onnur tók undir við, at kommunuskúlin skal gerast um til lestraríbúðir, og at eitt virkið borgarahús kann knýtast uppí tílíka verkætlan:
- Virksemishús og mentanarhús, er eitt gott hugskot. Men íbúðir og lestraríbúðir, er tað so avgjørt brúk fyri í býnum. Tað kan eisini kombinerast. Ovasta ella 2 tær ovastu hæddirnar kunnu vera íbúðir við terrassum.