Tvey línuskip eru á Flemish Kap, seks skip eru undir Íslandi, og tvey línuskip eru undir Føroyum.
- Skipini á Flemish Kap fiska tosk. Annar landar fyrst í næstu viku, men hitt skipið landar helst ikki fyrr enn í aðru viku.
in.fo kann leggja aftrat, at skipini, sum eru á Flemish Kap, eru Kambur og Váðasteinur.
Fiskamarknaður Føroya sigur í sínum metingum fyri næstu viku, at skipini undir Íslandi fiska mest av brosmu og longu, men koma helst eisini at fiska nakað av toski, hýsu og blálongu.
- Tvey línuskip undan Íslandi landa mánadagin og so landar eitt - ella møguliga tvey skip - seinni í vikuni.
Lagt verður aftrat, at bæði línuskipini, sum royna undir Føroyum, fiska á djúpum vatni og fáa mest av brosmu og longu. Tey landa bæði mánadagin.