Fiskamarknaður Føroya roknar við, at trý ella møguliga fýra línuskip koma inn at landa í vikuni sum kemur.
- Øll skipini landa væntandi miðskeiðis ella seinni í vikuni. Tvey skip koma undan Íslandi, ein av Íslandsrygginum, og ein kemur undan Føroyum.
Lagt verður aftrat, at línuskipini hava mest av brosmu, longu, toski og so nakað av svartkalva og blálongu.
Tvey onnur línuskip eru eisini til fiskiskap, men tey frysta veiðina umborð. Sum skilst, fara fleiri línuskip út aftur um vikuskiftið.
Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott.
- So, vit vænta nakað av útróðrafiski. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu, verður lagt aftrat.