Hvar verða jólini hildin í ár?
- Tey verða hildin partvíst í Sandvík og partvíst í mínum nýggja heimi í Hvalba.
Tað sigur sandvíkingurin, Jóhan Eli L. Poulsen, í Hvalba.
Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?
- Jólaaftan á middegi er siðvenja hjá okkum at hava turr veðrariv, turt kjøt og føroyskan viðskera saman við søtum te.
Hann sigur, at jólaaftanskvøld verður dunna við brúnkaðum eplum, ljósum eplum, sós og waldorfsalat. Oman á hava vit mandlurís, krabbakøkur og hjalskøku.
- 1. jóladag plagar at verða fekst kjøt ella fleskasteik. Í ár verður tað fleskasteik við øllum tilhoyri. 2. jóladag verður tað ræst kjøt frá okkum sjálvum - ella, sum orðatakið sigur, at søtur er sjálvfingin biti.
Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús?
- Ja, eg keypi rættiliga nógvar jólagávur, einar 25 í tali. Tær eru allar keyptar. Eg plagi at orna allar jólagávurnar ein dag tíðliga í desember, áðrenn alt blívur garvilt.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava sera stóran týdning fyri meg. Mær dámar væl siðvenjurnar um jólini og tann hugna, ið jólini hava við sær.
Jóhan Eli L. Poulsen sigur, at hann til tíðir heldur, at jólini eru farin heilt av sporinum.
- Tað vísir seg, at summi skulu keypa so nógv og dýrt sum gjørligt, at tey koma ikki uppundan aftur, fyrr enn frítíðarlønin er komin.
Hann heldur, at tá soleiðis er, hava fólk púrasta gloymt, at jólini eiga at vera ein gleðishátíð, har vit minnast, at frelsarin varð borin í hendan heim - ikki fyri at døma hann, men frelsa hann.
- Og, sum eg endi her, má eg siga, at jólini hava alstóran týdning fyri meg, tí uttan Kristus føðing varð eingin náði og frelsa, sigur Jóhan Eli L. Poulsen.