Seinastu árini hevur verið fastur táttur at syngja jólini inn tollaksmessukvøld í Kelduni í Skálafirði.
- Hetta er blivið eitt sera væl dámt tiltak, og í fjør møttu út við 700 fólk til tiltakið.
Sjóvar kommuna veit at siga, at aftur í ár verður bjóðað at syngja jólini inn tollaksmessukvøld hin 23. desember klokkan 21.
Tað verða Keldukórið, Lisa Frederiksberg og barnakór, sum fara at syngja fyri og saman við fólkinum.
Eftir løtuna, har jólini verða sungin inn, verður kaffi, te og køkur at fáa.