Tey, sum fáa mest, skulu nú hava eitt sindur afturat. Tað er endamálið við einum uppskoti, Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið um at broyta gjaldið úr barsilsskipanini.
Men tað er nógv, sum halda, at tað er harðliga tiltrongt, at gjaldið verður hækkað. Tað mesta, foreldur hava rætt til at fáa úr barsilsskipanini, eru 25.000 krónur um mánaðin. Hetta gjaldið hevur verið óbróyt í 18 ár - hóast lønirnar eru nógv hækkaðar síðani.
Tí skjýtur landsstýrismaðurin upp, at hækka gjaldið hjá teimum, sum hava rætt til at fáa fult gjald. Tað merkir, at tey, sum hava rætt til at fáa 25.000 krónur í barsilsgjaldið um mánaðin, skulu nú fáa 2.000 krónur meiri, ella 27.000 krónur tilsamans. Harumframt fáa tey, sum fáa gjald úr barsilsskipanini, eisini eftirløn av gjaldinum.
Men fyri at fáa ráð til tað, verður eisini mælt til, at gjaldið til barsilsskipanina verður hækkað. Nú er tað 0,86 prosent av lønini, men tað hækkar nú upp í 0,89 prosent av lønini. Samtykkir Løgtingið uppskotið, og tað ger tað uttan iva, koma broytingarnar í gildi tann 1. januar.
Sum støðan er nú, skulu øll ímillum 16 ár og 66 ár, rinda sín part av lønini í barsilsskipanina. Í løtuni er fólkapensjónsaldurin 67 ár, men hann verður hækkaður so líðandi. Og landsstýrið heldur at tað greiðari, at tað fylgir pensjónsaldrinum, so nú skulu øll einda í barsilsskipanina eitt ár longri, ella til tey eru 67 ár – og tá ið pensjónsaldurin hækkar upp í 68 ár, skulu øll rinda í barsilsskipanina til tey eru 68, o.s.fr.











