Tað var nakað av vindi í gjárkvøldið og løgreglan sigur, at um seks tíðina í gjár komu boð av Vestanstevnuni í Sørvági, at ein partur av útgerðini í spælilandinum, varð vorðið tikið av vindi.
Eftir teimum upplýsingum, sum eru, er talan um eina hoppiborg og eina motordrivnað ringreið, ella karusell, sum varð tikið av vindi. Løgreglan sigur, at nøkur børn vóru fyri og fingu hetta á seg, og tí vórðu sjúkrabilar sendir á staðið. Løgreglan sigur, at so vítt tey vita higartil, vórðu eini fimm, seks børn flutt á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum, men tey vórðu útskrivað aftur beinavegin, tí talan var bara um smávegis snuddir.
Løgreglan sigur, at tey eru nú í ferð við at kanna, hvussu hetta øki er skipað. Tað er ikki sørt, at tankarnir leita aftur til eina vanlukku í einum tivoli í Danmark hendan dagin, har ein 14 ára gomul genta læt lív.
Í Danmark er hetta øki sera væl skipað, men spurningurin er, um tað er nakar ávísur myndugleiki, sum hevur ábyrgdina av at hava eftirlit við slíkum í Føroyum, og tað eru øll hesi viðurskiftini, tey nú skulu hava greiði á.