Nøkur atgongumerki eftir til eyka Nirvana konsertina

Enn eru nøkur atgongumerki eftir til eykakonsertina við Nirvanatónleiki, ið verður leygarkvøldið 5. apríl.

Nirvana tiltakið í Spaniastovu  varð útselt uppá minnið enn eitt døgn, tí verður skipað fyri eykakonsert fyrr sama kvøld, og enn eru nøkur atongumerki eftir til hetta kvøldið.

Á 20 ára deyðsdegnum hjá Kurt Cobain 5. apríl verður konsert í Spaniastovu har nakrir av okkara bestu sangarum tulka Nirvana.

Kurt Cobain, stovnarin av amerikanska grunge-bólkinum Nirvana, beindi fyri sær sjálvum 5. apríl 1994, í sambandi við 20 ára dagin hevur ungur Nirvana fjeppari úr Klaksvík, tikið stig til eina konsert í Spaniastovu, har nakrir av fremstu tónleikarunum í Føroyum spæla kendastu løg teirra frá 90’unum.

Kurt Cobain hevði stóran týdning fyri ”grunge-ættarliði” og tónleikin í 90’unum sum heild.

Tónleikararnir, sum framføra, eru:
Benjamin Petersen, sang og gittar
Hans Andrias Jacobsen, sang og gittar
Lindi Gardar, sang og gittar
Jens Pauli Joensen, trummur
Jóannes Viðbjørg, bass
og Símun Heimistovu, gittar

Andras Sólstein hugleiðir um Nirvana og Kurt Cobain.

Konsertin kl.  22 er longu útseld, tí verður skipað fyri eykakonsert kl. 20 sama kvøld. Dyrnar lata upp kl. 19.

Atgongumerki eru at fáa í Leikalund og kunnu bíleggjast á tlf. 457151

2., 3. og 5.apríl kunnu atg.m. keypast/ heintast millum kl 11-13 í Leikalund.