Nøkta allan tørv á einum stað

Tað er nátúrligt, at hyggja at øðrum møguleikum, tá virksemi við oljuvinnuni nú ikki gjørdist so stórt sum vónað.

Jórun Gardar er samskipari hjá Oljuvinnufelagnum vegna Vinnuhúsið og verður allarhelst í stóran mun tann, sum nú skal standa fyri arbeiðinum við at marknaðarføra Føroyar sum ein tænastudepil.

 

Hon er tó til reiðar at taka við uppgávuni og tosaði á tíðindafundinum í morgun um, hvat Føroyar hava at bjóða á hesum øki.

 

Hon greiddi frá, at tað er ein nátúrlig gongd, at tá virksemi við oljuleiting minkar, fer oljuvinnufelagið at hyggja eftir øðrum møguleikum hjá føroysku vinnuni at luttaka, og tá er veitingarvinnan ein góður møguleiki.

 

Jórun Gardar vísti á, at Føroyar hava fleiri kjarnuførleikar, sum gera, at vit kunnu standa okkum í kappingini við aðrar veitingardeplar.

 

Geografiska staðsetingin talar til fyimuns fyri Føroyar. Nógv virksemi er í økinum eystan og sunnan fyri Føroyar, meðan fleiri farmaleiðir fara fram við Føroyum sum er. Tá pólurin smeltar fara nýggjar farleiðir at mennast, men eisini tær mugu fram við Føroyum, antin eystan fyri ella vestan fyri. Líkamikið hvat, so liggja Føroyar mitt í verkseminum.

 

Jórun Gardar vísti á, at føroyska vinnan longu hevur førleikarnar, sum krevjast fyri at nøkta tørvin hjá maritimu vinnuni, hon er kappingarfør, umframt at føroyska vinnan ferð eftir ferð hevur víst seg at duga væl at tillaga seg nýggjar avbjóðingar, og longu hevur drúgvar royndir á økinum.

 

Heldur óvæntað fyri mong okkara, nevndi hon eisini, at í Føroyum var nógv tøkt pláss á havnaløgunum, umframt nógvar góðar havnir. Kanska hevur hon tá in mente, væntaðu útbyggingarnar í Runavík og Havnini.

-          Alt í alt, allar fortreytir eru til staðar, fyri at maritima vinnan kann fáa allan sín tørv nøktaðan á einum stað, sigur Jórun Gardar.