- Helvtin er eftir, slær Sophus Dahl Christiansen, annar av venjarunum hjá kyndilskvinnum fast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Sophus Dahl Christiansen, aftaná 14-17 (7-11) tapið hjá kyndilskvinnum ímóti Neistanum í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini.
Sophus er nøgdur við hugburðin hóast tapið, og heldur, at talan er um frægasta leikliga avrikið hjá kyndilskvinnum ímóti neistakvinnum í longri tíð. Sophus heldur, at hansara leikarar vístu tann rætta andan í kvøld.
Sophus heldur, at tey kunnu verða nøgd við avrikið í verjupartinum, men hann staðfestir samstundis, at har manglar nakað í kontrafasuni hjá kyndilskvinnum, um tað skal røkka at koppa neistakvinnum.