Atlantsflog hevði fyrra hálvár í ár eina framgongd í ferðafólkatalinum upp á sjey prosent, sum stóðst av, at felagið hevði fleiri setur í útboði og hevði fleiri lágprísferðir at selja.
Annan ársfjórðing í ár var úrslitið hjá Atlantsflogi 6,2 milliónir krónur eftir skatt, og úrslitið fyrra hálvár var 3,5 milliónir krónur, samstundis sum sum sølan vaks upp í 234 milliónir krónur, samanborið við 215 milliónur krónur.
Hoyr samrøðu við Magna Arge, stjóra í Atlantsflogi, við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.