Lágu oljuprísirnir hava eisini sína ávirkan á úrslitið hjá Faroe Petroleum.
Føroyska oljufelagið hevur gjørt stórar niðurskrivingar, tí lágu prísirnir ávirka virðið á leitiloyvum, og ársúrslitið fyri 2014 gjørdist eitt hall upp á 560 mió kr. Hetta í mun til eitt avlop upp á 144 mió kr. í 2013.
Graham Stewart, stjóri, vísir á, at hóast hallið er felagið sera væl fyri til nýggjar avbjóðingar.
- Við lágum oljuprísi verður nógvur dentur lagdur á bæði kostnað og fíggjarliga styrki. Tá hesum viðvíkur, er samtakið sera væl fyri, orsakað av tøkum peningi, ótrektum lánifasilitetum, einum støðugum peningarensli frá prístryggjaðari framleiðslu við lágum framleiðslukostnaði, og tí at felagið í 2014 seldi sín part í Glenlivet fundinum, og sostatt sleppur undan íløgum í útbygging, skrivar stjórin millum annað í tíðindaskrivi.
Tøki peningurin hjá Faroe Petroleum var knappa milliard við árslok í fjør. Partur av hesum stavar frá kapitalhækkan, sum varð gjørd á sumri í fjør, og sum saman við vanliga peningarenslinum fíggjar menningarætlan felagsins í 2015.










