Fyrrverandi HB-leikarin Nocko Jokovic er vrakaður í Superligafelagnum Randers.
Tað er venjarin hjá Randers, Lars Olsen, sum hevur gjørt av, at superligahópurin hjá felagnum skal skerjast úr 32 leikarum niður í 25 á nýggjárinum. Hetta verður gjørt fyri at hækka støðið til venjing, sigur Lars Olsen.
Millum teir sjey leikararnar, ið eru vrakaðir, er altso Nocko Jokovic, sum í seinnu hálvu av kappingarárinum 2002 leikti við HB, sum vann føroyameistaraheitið tað árið.










