Nocko takkar fyri seg

Fyrrverandi HB-leikarin Nocko Jokovic hevur valt at gevast sum yrkisleikari.

Jokovic hevur seinastu tíðina verið knýttur at Randers FC, men hevur verið nógv darvaður av skaða.
- Eg havi dagliga pínu í fótinum, og tað ber ikki til hjá mær at halda fram sum fótbóltsspælari, sigur 31 ára gamli Nocko Jokovic.
Í sínari tíð sum yrkisleikari hevur Nocko Jokovci leikt við AGF, Silkeborg og Randers í Danmark, Livingston í Skotlandi og so við HB, sum hann vann føroyameistaraheitið við í 2002. Tað var einastu ferð, at Nocko Jokovic í sínari tíð sum yrkisleikari var við til at vinna eitt gullheiðursmerki. At Nocko Jokovic átti sín part í meistaraheitinum hjá HB tað árið er vist, tí í avgerandi dystinum móti NSÍ í Runavík, sum HB vann 2-0, skoraði Jokovic bæði málini.