Noam Halby fer solo

Danski poppbólkurin Johnny Deluxe, sum eitt nú hevur verið á Planet Awards og á Summarfestivalinum, hevur valt at gevast. Tað upplýsti bólkurin á Faceboók-síðuni hjá Johnny Deluxe fyri góðari viku síðan.

 

- Orsøkin, til at vit hava valt at gevast, er tann, at vit hava mist hugin til at spæla tónleik saman. Allir hava vit eisini nógv at gera, men fyrst og fremst er trupulleikin, at hugurin til at spæla saman ikki er nóg stórur, sigur Noam Halby, sum øll árini hevur verið forsangari í bólkinum. Johnny Deluxe byrjaðu í 2002, og fyrsta hittið fingu teir eitt ár seinni við lagnum "Elskovspony." Limirnir í bólkinum fegnast um allar tær góðu upplivingarnar, teir hava havt hesi tíggju árini, og sjálvur minnist Noam Halby serliga væl ta ferðina, bólkurin vitjaði Summarfestivalin.

 

- Tá vit skuldu spæla á Summarfestivalinum, blivu vit nógv seinkaðir orsaka av mjørka. Vit kundu tískil ikki trína á pallin fyrr enn um trý-tíðina um náttina og høvdu ongar vónir um at síggja nøkur fólk á konsertøkinum tá. men vit blivu púrasta tiknir av bóli, tí framman fyri pallin stóð ein sera stór mannamúgva, ið hevði bíðað í fleiri tímar fyri at hoyra Johnny Deluxe. Vit vóru veruliga ovfarnir og fingu eina góða konsertuppliving saman við føroyingum, sigur Noam Halby. Hóast bólkurin ikki fer at spæla saman aftur, so kunnu fjepparar tó vænta at koma at hoyra tónar, sum minna um Johnny Deluxe, í framtíðini.

 

 

- Eg havi sjálvur skrivað tekstir og gjørt løg, og áðrenn alt ov leingi fara tit at hoyra tónleik frá mær, sum verður nøkunlundað sami stílur sum Johnny Deluxe, sigur Noam Halby.