Annað umfarið í Singer/Songwriter kappingini á Kafe Kaspar er nú avgjørt.
Vinnarin av 2. umfari í singer/songwriter kappingini á Kafe Kaspar gjørdist Noah Chaparro. Teir tríggir dómararnir, Sunneva H. Eysturstein, Heri Reynheim og Petur Pólson søgdu, at tað var ein hørð kapping, og tískil eitt trupult val, men besta framførslan var ótrúliga væl gjøgnumførd, professionell, fjøltáttað og áhugaverd. Tað hoyrdist ein styrki og ein vinkul í singer/songwriter sjangruni, sum ikki so ofta er at hoyra. Lagasmíðið var á høgum støði, eins og sangur og spæl var einastandandi flott frágingið.
Noah er 27 ára gamal, ættaður úr Puerto Rico, er giftur við føroyskari kvinnu og hevur búð her seinastu fýra mánaðirnar. Hann byrjaði at spæla gittar sum 12 ára gamal og hevur livað av tónleiki síðani hann var 18 ár. Noah er í løtuni fyri aðru ferð innstillaður til Dove Awards innan fyri sangskriving.
Noah verður aftur at síggja og hoyra á Kafe Kaspar 8. mai, tá finaluumfarið verður.
3. umfarið av singer/songwriter kappingini verður leygarkvøldið 24. apríl kl. 22 á Kafe Kaspar.