No Doubt saman aftur

Væl dámdi bólkurin No Doubt, við Gwen Stefani sum forsangara, vendir aftur. Í øllum førum, um slaturin er sannur.

 

Í seinastu viku sást fyrsta myndin av øllum limunum í bólkinum saman í langa tíð, og eitt brot av einum kjatti varð eisini lagt út á heimasíðuna hjá bólkinum, har bassleikarin Tony Kanal og Gwen Stefani kjakast um eitt comeback. Bæði eru samd um, at alt ov long tíð er gingin, har tey ikki hava spælt saman, men enn eru ongar dagfestingar settar á nakra konsertferð.

 

Seinast nakað hevur verið at hoyrt til bólkin var í 2003, tá tey góvu eina ?greatest hits?-fløgu út.

Gwen Stefani hevur síðani klárað seg heilt væl í tónleikaheiminum sum solo-sangarinna. Tony Kanal hevur verið við til at framleitt fleiri sangir fyri Gwen, umframt nakrir fyri songkvinnuna Pink. Gittarleikarin Tom Dumont hevur samstundis roynt seg við bólkinum Invincible Overlord.

 

Ongin ivi er um, at stórar vónir eru til bólkin, um tey royna seg saman aftur, nú tey eisini hava havt góð úrslit hvør sær.