NM U17: Allir dystirnir verða í Gundadali

Bæði føroyska U17 og U19 landsliðið skuldu spæla á Argjum í dag, men vegna veður eru dystirnir fluttir í Gundadal. U17 landsliðið spælir klokkan 14.00 móti Finnlandi, meðan U19 landsliðið spælir móti Svøríki klokkan 18.00.

 

Triðja og seinasta umfar í bólkaspælinum verður í dag. Í bólki A er Ongland á odda við seks stigum. Teir spæla í dag móti Noreg, sum liggur nummar tvey við fýra stigum.

 

Føroyska U17 landsliðið hevur einki stig fingið enn, men avrikini hava verið góð. Í dag spæla teir móti Finnlandi, sum hevur eitt stig fyri ein javnleik móti Noreg.

 

Í bólki B hevur føroyska U19 landsliðið ein møguleika at koma ájavnt við Svøríki, sum higartil hevur fult stigatal. Í hinum dystinum spæla Danmark og Ísland.

 

Bólkur A:

 

1. Ongland 6 stig

2. Noreg 4 stig

3. Finnland 1 stig

4. Føroyar U17 0 stig

 

Føroyar U17 – Finnland (Gundadalur, 14:00)

Ongland – Noreg (Gundadalur, 14:00)

 

Bólkur B:

 

1. Svøríki 6 stig

2. Danmark 3 stig

3. Føroyar U19 3 stig

4. Ísland 3 stig

 

Svøríki – Føroyar U19 (Gundadalur, 18:00)

Danmark – Ísland (Gundadalur, 18:00)