Henda fyrrapartin fara 10 teir bestu unglingarnir í føroyskari telving til Íslands at luttaka í Norðurlandameistaraheitið fyri skúlaungdóm.
Kappingin er skipað í 5 aldursbólkum og eru Føroyar umboðaðar við:
Heiðrikur T. Jacobsen HT, Rúni Vørmadal VT A-bólkur 94/95. Høgni E. Nielsen ST og Rúni T. Jacobsen HT B-bólkur 96/96. Silas Eyðsteinsson ST og Eli W. Finnson HT C-bólkur 98/99. Janus Skaale KTF og Ragnar Weihe ST D-bólkur 00/01. Leif R. Fjallheim HT og Jón í H. Nielsen ST E-bólkur 2002 og seinni.
IM Helgi D. Ziska og IM John Rødgaard hava tikið sær av venjingunum upp til NM, og fer John við sum venjari. Kappingin fevnir um seks umfør. Byrjað verður í dag klokkan 13.00, og kappingin endar sunnudagin.
Fylgjast kann við kappingini á www.faroechess.com










