Herborg Hansen, úr Klaksvík, endaði á deildum 1. plássi í NM í talvi fyri gentur, sum telvað er í vikuskiftinum í Stokholm. Tíverri rakk frálíka úrsliti bert til Silvur, tí útrokningarnar vóru til fyrimuns til Katrine Tjølsen, úr Noregi, sum harvið vann NM-gull. Undan 5. og seinasta umfarinum seinnapartin, var Herborg á odda við ½ stigi. Men tá talvið endaði javnt, kom Katrine Tjølsen, sum Herborg annars sigraði fyrr í kappingini, uppá sama stigatal. Spell ! Men tað sum stendur eftir er, at talan hevur verið um eitt einastandandi flott avrik hjá Herborg, sum telvdi kappingina uttan tap, hóast flestu mótstøðugenturnar - á pappírinum - vóru sterkari enn Herborg.
Tíðindi