Njótið góða veðrið um vikuskiftið

Týsdagin skiftir veðrið aftur og hevur við sær vind og regn, væntar DMI.

Eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum liggur nærum stilt og lýggj luft streymar yvir Føroyar av útsynningi. Týsdagin fer ein kuldabrúgv framvið Føroyum úr vestri og hevur við sær ein kaldari luftstreym úr vestri.

  

Leygardagin verður eitt lot til andøvsgul av vestri ella ymsum ættum, undir seks metrar um sekundið, um náttina av suðri. Turt og nakað av sól, men um morgunin skýggjað og í støðum mjørki. Hitin alt samdøgrið millum fimm og níggju stig.

 

Sunnudagin eitt lot ella gul av suðri, undir 6 metrar um sekundið. Turt, men skýggjað ella í støðum mjørki, tó verða eisini sólarglottar. Hitin millum fimm og tíggju stig, um náttina niður í fimm stig.

 

Mánadagin eitt lot til andøvsgul av suðri, sum snarar í ein landsynning, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og sum frá líður skínir sólin. Hitin millum sjey og tólv stig. Um náttina eitt gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Sum frá líður skíggjað og seint á nátt regn. Hitin millum fýra og átta stig.

 

Týsdagin øtlar hann vindin upp í ein strúk í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 metrar um sekundið, men um náttina minkar vindurin aftur. Samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum fýra og átta stig.

 

Mikudagin og hósdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið. Sól á morgni, men síðani skýggjað og stundum regn. Hitin millum fimm og átta stig.