Kroppurin er tann nýggja religiónin! Tað hava útlendsk bløð mangan staðfest, og kanska er okkurt um hetta.
Vit skulu eta sunt, venja regluliga, lata okkum smart í, hárið skal verða nýklippt, og helst skal húðin verða sløtt sum ein barnarumpa.
Í øllum hesum økist eftirspurningurin eisini eftir støðum, har vit kunnu fríðka okkum. Í Føroyum eru nakrar vakurleikasalónir, ið støðugt økja um síni tilboð til viðskiftafólkið.
Vit hava rættuliga nógv, sum fregnast eftir okkara viðgerðum, sigur Maria Vilhelmsen sum eigur Cosméto.
Hon greiðir frá, at bæði mannfólk og konufólk hava roynt sjokulátabjálvingina, sum vit frá Sosialinum hava gørt av at royna.
Livandi ljós, dempaður tónleikur og eitt baðikar fult við angandi skúmbað møtir okkum inni á Cosméto. Bæðið er eitt sokallað »Kleopatrabað« við mjólk. Her skal man so liggja í 15 minuttir og njóta bobblur og eitt glas av vatni og frukt, sum stendur við síðuna av baðnum.
Aftaná er tíðin komin at verða bjálvað í heita sjokulátu. Eva Gregersen, sum arbeiður sum kosmetologur, tekur ímóti og greiðir frá, at tað er 100% ektað sjokuláta, sum hon skal nýta, og at tað ikki ber til at eta.
Tað luktar væl, og tankin um Nuggeline ella okkurt líknandi er ikki fjarur, tá Eva fer at smyrja.
Allur kroppurin verður smurdur uttan andlitið, sum fær eina grøna masku.
Í 20 minuttir skalt tú liggja í sjokulátuni undir einum staniolteppi fyri at halda hitan. Við øðrum orðum so ber fyrst til at samanberast við eitt Mars ella Twix og seinni, tá staniolið kemur uppá, er eitt bakað epli besta lýsingin av, hvussu ein sær út.
Hóast hetta, so er viðgerðin sera lekkur og húðin gerst sera bleyt og lekkur aftaná. Lagið gjørdist eisini betur ella var tað kanska tí, at tað var fríggjadagur hvør veit?
Sjokuláta hevur ta virkan á okkum, at hon loysir út sokallaðar endorfinir frá kroppinum. Endorfinir er tað hormonið, sum ger okkum í góðum lag og glað, sigur Eva Gregersen.
Hon hevur áður arbeitt á cruiseferjum í Karibia sum kosmetologur. Á einum báti vóru tey 22 fólk sum starvaðust við kroppsviðgerðum.
Hennara serkunnleiki er eisini ein nýggj steinmassaga, har heitir, glattir steinar verða nýttir ístaðin fyri hendurnar. Steinarnir eru 55 stig og eru heintaðir av Thaiti.
Eisini á salónini Røktan í Havn hava tey nýggjar hættir at massera. Japanskmassaga og andlits lymfedrænaga er tað nýggjasta.
Um tú er hovin og hevur nógva vesku í andlitinum, massera vit tað burtur, sigur Elsa í Garði, sum hevur salón Røktan.
Japansk massaga er eisini nýggj á skránni har. Tað er ein avslappandi massaga, sum ikki inniheldur so nógv av vøddmýkjan, men meira av róligum rørslum, sum fáa kundan at slappa av og sleppa av við strongd.
Klinikk Rósan í Klaksvík hevur nógvar ymiskar hættir at massera og SPA-viðgera. Millum annað verður kundin sproytaður við havsvatni og bjálvaður inn í eitt heitt saunateppi. Eisini verður bjálving við sjokulátu og algum boðið kundanum í Norðuroyggjum.
Cosmeto, Tórshavn
Nýggjar viðgerðir og nøkur prísdømi
Aromaterapi peeling, gosbað og bjálving við heitari sjokulátu, víndrúvum, móru ella algum 90 min 650 kr
Gosbað sjokulátapeelling, pakkast inn, skallamassaga og brúsubað 60 min 450 kr.
Hot stone kropsmassaga 75 min 650 kr
Kropsmassaga í eteriskum oljum uml 30 min 270 kr
Røktan, Tórshavn
Andlits lymfedrænaga 75 kr
Japansk massaga uml 30 min 225 kr
Hálsmassaga uml 5-10 min 50 kr
Kropsmassaga uml 30 min 225 kr
Rósan, Klaksvík
Afspenningsmassaga 90 min 400 kr
Klassisk kropsmassaga 90 min 400 kr
SPA-viðgerð, við peeling, aromabað, massagu, bjálving 90 min ella longur 500 kr
Ryggmassaga 60 min 300 kr