Abdullah al-Senussi, sum var ovasti fyri fregnartænastuni hjá Muammar Gaddafi, er tikin í oyðimarkarbýnum Sabha har suðuri í Libya. Tað váttar skiftisráðið, og ein ovasti hjá libyska herinum hevur eisini váttað tíðindini fyri fronsku tíðindastovuni AFP. Abdullah al-Senussi og Muammar Gaddafi vóru svágrar.
Fyrrverandi fregnartænastuovastin er skuldsettur fyri brotsverk ímóti mannaættini, og Altjóða Revsidómstólurin í Haag hevur givið boð um, at hann skal handtakast. Hann verður kortini ikki sendur til Haag, tí libyska skiftisráðið sigur, at hann og Saif al-Islam Gaddafi, sum varð tikin fyrradagin, skulu fyri rættin í Libya.
Libysku myndugleikarnir hava leitið eftir teimum báðum monnunum, síðani uppreistrarmenninir tóku høvuðsstaðin Tripoli.










