Havnin, Tinganes og Portugálið,
Vágsbotn, Reynið og Doktaragrund,
myndaðu mannin, lívið – og málið,
dygst frá lívsins morgunstund.
Mamman, abbin og omman reysta
lunnar løgdu til lívsins far,
við fyridømi og førningi besta
bátur skotin av lunni varð.
Skúlin á Vaglinum, grótborgin fríða,
Mentanardepil við Havnará,
lærdi at lesa rokna og skriva,
lærdi út yvir heimin at sjá.
Lærdi at æra og elska sjálvt lívið,
náttúru Føroya við haga og strond.
Her fanst tú eydnuna, fagrasta vívið,
góvu hvørt øðrum hjarta og hond.
Frelsunarherurin, ljóðfør og streingir,
boðskapur mikil vann hjarta og sál.
Hetta gav ungmenni flúgvandi veingir,
kendi har kall og andaligt mál.
Slepti tí heimsins lokkandi málum,
gav teg til kallið við likam og sál,
fyri at bjarga søkkandi sálum,
og geva teimum eitt mið og eitt mál.
Í norðurlondum títt navn víða gingið,
tí tú teimum veiku ein vinur var
kongsheiðursmerki Noregs tú fingið,
heiður tú heimlandi tínum bar.
Tí takkar tær tjóðin, teg aldi til mans,
og virðir tað kall, tú fullførdi,
einaferð fært tú hin rættferðarkrans,
sum Harrin til reiðar tær gjørdi.
Við vinaheilsan frá samverkamanni
tínum á stríðvølli Harrans.
---------
Svenning av Lofti