Nixon ætlaði at nýta kjarnorkubumbu

Á einari bandupptøku, sum almenningurin nú hevur fingið atgongd til, hoyrist, at Richard Nixon ætlaði at tveita eina kjarnorkubumbu niður yvir Norðurvietnam í 1972

Bandupptøkan er ein samrøða millum Richard Nixon, forseta og fremsta trygdarpolitiskaráðgeva hansara, Henry Kissinger. Á bandinum sigur Nixon, at hann vil sleppa at tveita eina kjarnorkubumbu niður yvir Norðurvietnam.
- Eg vil heldur nýta kjarnorkubumbuna, og eg leggi einki í, um sivilfólk doyggja av amerikanskum bumbum, sigur Richard Nixon á bandinum, men Kissinger mælir forsetanum frá at taka eitt so ógvusligt stig.
Bandið av samrøðuni millum teir báðar er bert eitt av umleið 500 bondum, sum amerikanski almenningurin nú hevur fingið atgongd til. Millum hini bondini, sum viðvíkja forsetatíðini hjá Richard Nixon, eru upptøkur í sambandi við vitjan forsetans í Kina, seinastu árini av Vietnam-krígnum, Watergate-gøluni og spurninginum um, hvør skuldi taka við sum ovasti í FBI eftir tann máttmikla J. Edgar Hoover.
Amerikanskir eygleiðarar siga, at bandupptøkurnar frá forsetatíðini hjá Nixon fara uttan iva at vátta uppfatanina av Richard Nixon sum einum forseta, sum legði seg eftir at nýta sítt vald til fulnar, sama um framferðin var lóglig ella ikki, og at hann legði lítið í, at onnur gjørdust offur fyri framferð hansara.