Nistelrooy til Real Madrid

Spanska blaðið Marca vil verða við, at Real Madrid er at keypa álopsspælaran Ruud van Nistelrooy úr Manchester United. Týska felagið Bayern Munchen hevur eisini verið áhugað í hollendska spælaranum, men sambært Marca er tað Real Madrid, sum stendur fremst í køini. Real Madrid skal væntandi gjalda meira enn hundrað milliónir krónur fyri Nistelrooy. Menchester United sendi á sinni ein kekk á næstan 250 milliónir krónur til PSV Eindhoven fyri spælaran, sum hevur skotið sløk 100 mál fyri United seinastu fimm árini.