Nistelrooy takkar fyri seg

35 ára gamli Ruud van Nistelrooy, sum gjørdist mest kendur í Manchester United og Real Madrid, men seinast leikti fyri spanska Malaga, setir nú fótbóltsstylvarnar á hillina.

 

- Eg spældi í gjár mín seinasta dyst á leiðini. Eg havi havt eina góða yrkisleið í feløgum sum Den Bosch, Heerenveen, PSV, Manchester United, Real Madrid, Hamubrger SV og Malaga. Tíðin er komin til at steðga, sigur van Nistelrooy sambært AS.

 

- Eg vil fegin takka familju og vinum mínum, sum hava stuðlað mær øll hesi árini. Ein stór tøkk til fjeppararnar hjá teimum feløgunum, ið eg havi spælt við. Teir hava verið fantastiskir, sigur van Nistelrooy.

 

35 ára gamli Ruud van Nistelrooy spældi á yrkisleið síni 588 dystir og skeyt heili 347 mál. Á hollendska landsliðnum gjørdi hann somuleiðis nógv um seg - har skeyt hann 35 mál í 70 landsdystum.