Niðurteljingin til stóru avbjóðingina hjá landsliðnum tann 1. juni er so smátt byrjað. FSF hevur fyri nakað síðani sent brøv til útlendsku feløgini, sum hava føroyskar landsliðsspælarar á liðnum. FSF hevur á henda hátt boðað feløgunum frá, at tey skulu rokna við, at føroysku spælararnar um mánaðarskiftið mai/juni fara at verða upptiknir av landsdystinum, sum Føroyar og Holland 1. juni fara at spæla í Sveis.
Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen royna at fylgja við í, hvussu tað gongst føroysku spælarunum. Teir vóna, at tað fer at bera til at møta Hollandi við so góðum føroyskum liði, sum tað ber til. Men teir vita longu nú, at tað sær ikki heilt gott út.
Tveir av føroysku lyklaspælarunum kunnu venjararnir longu nú avskrivað. Teir hava báðir trupulleikar við krossbandi í knænum. Annar teirra er verjuálitið Jón Rói Jacobsen sum í Brøndby stríðist við at koma fyri seg aftur. Tað gongur rætta vegin, men tað er eingin møguleiki fyri, at Jón Rói verður førur fyri at spæla fótbólt hesu megin summarfrítíðina.
Hin er Christian Høgni Jacobsen. Hann varð skurðviðgjørdur í Kolding fyri hálvari aðru viku síðani. Tað er ikki serliga sannlíkt, at hann verður tøkur aftur á landsliðnum í HM undankappingini, sum stendur fyri framman.
Dystarvenjingin
Fyrsta valið í miðverjuni saman við Jón Róa Jacobsen var Óli Johannesen. Tá ið landsliðið var á venjingarlegu í Spania tíðliga í hesum árinum, varð tað mett, at Óli var tann av spælarunum, sum var eina best fyri. Óli spælir við 2. deildarliðnum hjá TB. Men tað tykist trupult hjá honum at fáa nóg nógva dystarvenjing.
Undan vikuskiftinum varð sagt, at kappingarnevndin hevði dømt liðformannin á landsliðnum tríggja daga leikbann. Tað høvdu teir gjørt, tí Óli Johannesen á Svangaskarði hevði sæð reyða kortið fyri aðru ferð í bólkaspælinum í steypakappingini.
Leikbannið hevur við sær, at Óli ikki verður á TB liðnum fyrrenn mai mánaður verður hálvur.
Jann Ingi Petersen varð í fjør roknaður sum framtíðar stýrimaður á miðvøllinum. Nú er hann í Fremad Amager, men tað gongur striltið at vinna fast pláss á liðnum. Sunnudagin spældi hann í ein tíma.
Millum evnini til álopsplássið, ið er tómt, tí Christian Høgni Jacobsen er burtur, eru Andrew av Fløtum og Hjalgrím Elttør. Teir eru báðir í Fremad Amager. Har hava teir havt trupulleikar at vinna sær fast pláss á besta liðnum. Serliga hjá Hjalgrími hevur tað verið torført. Um hann ikki fer at fáa meiri spælitíð á besta liðnum, enn hann hevur fingið higaril, so verður hann ikki evni til landsliðið. At spæla seriufótbólt í danska høvuðsstaðnum er ikki nóg mikið hjá spælarum, ið skulu royna seg ímóti Hollandi.
Jákup á Borg hevur higartil bara spælt seriufótbólt á Fyn. Sunnudagin var hann í besta OB hópinum, men hann varð ikki settur inn á OB liðið í Århus. Harvið er dystarvenjingin so sum so. Men tá ið Jákup livir sum yrkisspælari og hvønn dag venur við teimum bestu í OB, so má hann metast at vera hampuliga væl fyri.
? Vit fylgja við, og vit eru greiðir yvir, at tað er ikki so væl vorðið við dystarvenjingini hjá fleiri spælarum, sum vit kundu hugsað okkum. Tað er eingin ivi um, at teir, sum spæla í bestu deildini í Føroyum hvørt vikuskiftið, eru betri fyri enn teir, sum spæla seriufótbólt í Danmark, sigur Jógvan Martin Olsen.
Fleiri onnur ivamál
Tá ið talan er um dystir í undankappingum, ber tað ikki til hjá útlendskum feløgum at nokta føroyskum landsliðsspælarum at fara til hús at umboða føðilandið. Hesum tryggja altjóða reglurnar.
Føroyar skulu spæla vinardyst ímóti Hollandi, sum í Sveis fer at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til EM endaspælið í Portugal, og sum hevur bjóðað Føroyum av, tí teir vóna at skjóta fleiri mál og harvið styrkja sjálvsálitið, áðrenn tað verður álvari.
Julian Johnsson, Hans Fróði Hansen og Fróði Benjaminsen skulu spæla í íslendsku kappingini, meðan føroyska ferðalagið er í Sveis. Tað er ein møguleiki fyri, at trupulleikar kunnu standast av at fáa bæði teir tríggjar og spælararnar í næstbestu deildini við til Sveis. Men FSF hevur, sum tað er nevnt omanfyri, í brævi til útlendsku feløgini, gjørt vart við, at Føroyar skulu ímóti Hollandi. Í Danmark snýr tað seg umframt spælararnar, ið eru í Fremad Amager og OB, eisini um Johan B. Hansen í AC Horsens og Christian Lamhauge Holst úr triðju bestu deildini.









