Nissan X-Trail ? sameinir off-road og góðar koyrieginleikar

X-Trail er tann fyrsti sokallaði lívsstíls off-roadarin hjá Nissan. X-Trail skal kappast við bilar sum Toyota RAV4 og Land Rover Freelander, ið sameina off-road eginleikarnar við góðar koyrieginleikar á longri túrum og til býkoyring<DPTAB>    <DPTAB>    <DPTAB>    Bilar

Nútímans off-roadarar eru ofta ein sameining av jeepum og persónbilum, t.v.s. at bilarnir eru lættir at koyra við í býnum, men klára seg eisini væl uttanfyri koyrivegin. Nissan X-trail er ein elgantur 5 persónabilur, ið kann trekkja á 2 ella 4 hjólum, ella við "Auto-funktión", sum elektroniskt deilir kraftina millum fram og bakhjólini. Bilurin fæst við 2.0 litur bensinmotori ella 2.2 litur dieselmotori við nýggjastu common-rail innspræningarskipanini. Í bensinútgávuni fæst hann við 5 trins manuellum girkassa ella automatiskum girum, meðan dieselútgávan hevur manuellan 6 trins girkassa. Instrumentborðið er av nýggja slagnum við instrumentunum í miðjuni, eins og á nýggja Nissan Primera.

??????????

Nissan X-Trail 2.2 CDi

Motorurin·2.2 litur 4 syl. turbodiesel 114 hk v. intercoolara og common-rail innspræning
0-100 km/t·13,7 sek.
Oljunýtsla·13,9 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd·215/65-16
Stødd og vekt·
Longd451,0 cm
Breidd176,5 cm
Hædd166,5 cm
Eginvekt1500 kg
Totalvekt2050 kg
Prísur· við dieselmotori úr kr. 329.000,- (sum vøruvognur kr. 249.000,-)
Søluumboð· P/F Meinhardt Arge,v. Oyggjarvegin,FO-110 Tórshavn,Tel. 345400,www.nissan.fo