Nissan Terrano er nakað broyttur í nýggjastu útgávuni. Koyrieginleikarnir eru munandi betraðir. Størra útgávan, við 5 hurðum, kann hava upp til 7 sitipláss, meðan útgávan við 3 hurðum er ein 5 persónabilur. Motorurin er 2.7 ella 3.0 litur turbodiesel við intercoolara. 3.0 litur 16V motorurin, ið er kvikur, kraftar væl og er lutfalsliga orkusparandi, fæst eisini við automatiskum girum. Til ber at skifta ímillum, so bilurin trekkjur á 2 ella 4 hjólum, eins og millum høg og lág gir. Terrano hevur ikki sjálvberandi karossarí, men er bygdur yvir eina chassisrammu, ið ger bilin stúttan at koyra við á vánaligum vegi ella har sum ongin koyrivegur er.
?????????????????
Nissan Terrano 3.0 TDi
Motorurin: 3.0 litur 4 syl. 154 hk Turbodiesel v. intercoolara
0-100 km/t: 13.5 sek
Oljunýtsla: 11,0 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd:235/70-16
Stødd og vekt:
Longd472,2 cm ella 424,2 cm (styttra modellið)
Breidd :175,5 cm
Hædd:181,0 cm
Eginvekt:1850 kg
Totalvekt :2575 kg
Prísur:við 3.0 litur motori úr kr. 317.000,- (sum vøruvognur kr.235.000,-)
Søluumboð: P/F Meinhardt Arge, v. Oyggjarvegin,FO-110 Tórshavn, Tel. 345400,www.nissan.fo