Av teimum 485 nýggju persónbilunum, sum eru seldir teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár, eru Nissan Qashqai mest seldi bilur. 31 nýggir av slagnum eru seldir higartil.
Næstbest dámdi bilur í ár er Mitsubishi ASX við 28 – og tætt er til næstu kappingarneytarnar, sum eru Citroen C4 og C3 við ávikavist 27 og 26 bilum.
Listin við 10 teimum mest seldu persónbilunum tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár sær soleiðs út:
1 | Nissan Qashqai | 31 |
2 | Mitsubishi ASX | 28 |
3 | Citroen C4 | 27 |
4 | Citroen C3 | 26 |
5 | Volkswagen Golf | 20 |
6 | Toyota Rav4 | 19 |
7 | Toyota Auris | 18 |
8 | Toyota Avensis | 15 |
9 | Nissan Micra | 13 |
10 | Toyota Yaris | 10 |