Nissan Primera - sameinir sportligar og komfortablar koyrieginleikar

Nýggi Nissan Primera er ein kolvelting, um vit sammeta við forgangaran. Samstarvið við Renault sæst týðuliga aftur í designinum á bilinum, ið bleiv kosin ársins bilur av TopGear í Onglandi. Bilurin verður gjørdur sum sedan, hatchback og stationcar

Magnus Gunnarsson

Nýggi Nissan Primera er ein smartur bilur, sum kemur at gera um seg millum kappingarneytarnar. Bilurin er bygdur yvir ein heilt nýggjan plattform og er nakað størri enn forgangarin. Sum nakað heilt nýtt eru instrumentini í miðjuni á instrumentborðinum, og allar funktiónirnar eru í eini konsoll í miðjuni. Hann hevur t.d. kamera á instrumentborðinum at bakka við, eins og vit kenna tað frá lastbilum og bussum.

Eisini sum diesel
Primera fæst í útgávunum: Visio, Acenta og Tekna. Tríggir bensinmotorar eru at velja ímillum: 1.6 litur 16V/109 hk, 1.8 litur 16V / 116 hk og 2.0 litur 16V / 140 hk og ein 2.2 litur CDi commonrail dieselmotorur við 126 hk. Sum tann einasti í sínum klassa kann Primera leverast við fartpiloti, sum altíð heldur røttu frástøðuna til bilin sum koyrir frammanfyri.

Útgerð

Bilurin fæst eisini við trinleysum CVT automatgearum, har eisini ber til at skifta manuelt. Eykaútgerðin umfatar t.d. Xenon forlyktir og DVD satellitt navigatiónsskipan. Standardútgerðin er til dømis 16" hjól, automatiskt klimaanlegg, fjarstýrt sentrallás, el-síðurútar, el-síðuspegl, fløguspælari við 6 hátalarum og borðtelda.Við nýggja Primera hava konstruktørarnir hjá Nissan gjørt alt fyri at sameina sportligar og komfortablar koyrieginleikar í einum elegantum bili.