Minibilurin Nissan Micra hevur nú verið á evropeiska marknaðinum í 25 ár. Tá bilurin av fyrstan tíð kom til Evropa, var hann gjørdur í Japan. Tá so onnur generatión sá dagsins ljós í 1992, var framleiðslan flutt til Sunderland, nærhendis Newcastle í Onglandi.
Árið eftir var Nissan Micra kosin ársins bilur í Evropa í 1993.
Nissan verksmiðjan í Onglandi hevur fleiri ferðir verið kosin sum tann mest effektiva bilverksmiðjan í Evropa.
Síðan framleiðslan av Nissan Micra varð flutt til Onglands, eru framleiddir yvir 2,3 milliónir Micra, sum verða seldir í 44 londum kring um í heiminum.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum