Nim tikin við ov nógvum gørnum

Sunnudagin tók vaktarskipið Brimil línuskipið Nim av Tvøroyri, sum nú liggur við bryggju í Havn. Tvøroyrarbáturin varð tikin fyri at hava sett ov nógv gørn

 

Sunnudagin var línuskipið Nim á garnaveiðu eftir havtasku sunnanfyri Føroyar við Føroyabanka, tá nýggja vaktarskipið Brimil kom umborð at kanna skipið.

Tað vísti seg eftir øllum at døma, at Nim hevði sett ov nógv gørn. Reglur eru nevniliga fyri, hvussu nógv gørn eitt skip hevur loyvi at seta í senn.

Hetta hevði við sær, at Brimil gav Nim boð um at sigla við til Havnar. Hagar komu skipini mánamorgunin.

Enn eru avhoyringar og kanningar ikki lidnar, og tí ber ikki til at siga, um reiðaríið fer at taka við eini bót, ella um málið fer longur enn so.