Nils Malmros

Danski filmsleikstjórin Nils Malmros (f.1944), sum vit kenna frá ?Barbu?, fer nú undir at gera film um pápan.

 

Tá Malmros fóru undir filmin um ?Barbu? helt hann annars fyri, at nú var stundin komin at leita út um ringvegin í Århus. Tí valdi hann klassisku søguna hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.

Nú leitar Nils Malmros aftur til tað heimliga og sjálvupplivaða umhvørvið í Århus. Eins og Nils sjálvur var pápin, Richard Malmros, útbúgvin lækni. Hann gjørdist professari og yvirlækni á Kommunuhospitalinum í Århus. Richard Malmros andaðist í fjør vár.

Sjøtul kundi setast á filmsætlanina millum jólanna, tá greitt var, at danski Filmsstovnurin var sinnaður at lata tær fyrstu 11 milliónirnar til arbeiði. Innan hesa tilsøgn hevur Nils Malmros ikki vilja grett um næsta filmin eftir ?Barbu?, sum nú hevur meiri enn trý ár á baki.

At gera film um foreldur, egin foreldur, er roynt áður í norrønum filmi. Danski leikstjórin Bille August (f.1949) gjørdi í 1992 stórfilmin ?Den goda viljan?. Filmurin bygdi á handrit hjá svenska Ingmari Bergman (f.1918), har leikur byrjar í Uppsala 1909, við Samuel Fröler í leiklutinum sum Henrik Bergman og Pernille August sum Anna Bergman.

Við donsku pressuna hevur Nils Malmros eisini sagt, at filmurin hann nú fer undir er ?mín versión av Bergmans ?Góða Vilja?. Tað er ein filmur um foreldur míni, serliga pápa mín, sum var frá Esbjerg, har annar abbi mín var arbeiðsleysur lossingarmaður og hin var yvirlækni. Pápi mín gjørdist professari og yvirlækni á nervaskurðfrøðiligu deildini á kommunuhospitalinum í Århus. Tí verður hetta bæði ein filmur um pápa mín og um nervaskurðfrøði?, sigur Nils Malmros.

Uppundir hundrað ára dag Jørgen-Frantz Jacobsens var Sosialurin í sambandi við Nils Malmros. Tá starvaðist hann júst á hesi deild á kommunuhospitalinum í Århus. Og har hevur hann starvast sum lækni í samfull tvey ár. Hetta hevur verið ein liður í at seta seg inn í arbeiðsplássið hjá pápanum. Research, tey rópa.

Nils Malmros hevur skrivað handritið saman við trúgva medarbeiðaranum John Mogensen, sum til dagligt er lektari á Århus Katedralskúla. Heimsins elsta filmsfelag, sum enn ger film, er framleiðari. Tað er danska felagið Nordisk Film, sum Ole Olsen grundaði í 1906.