Nikotin líka vanaelvandi sum heroin

Bretskt læknafelag heldur, at myndugleikarnir skula skerpa eftirlitið við tubbaksvørum

Bretska læknafelagið The Royal College of Physicians (RCP) vil hava myndugleikarnar at betra eftirlitið við tubbaksvørum. Og fólk sum roykja skulu hava hjálp til at leggja av.

Ein nýggj frágreiðing hjá RCP mælir til, at myndugleikarnir seta ein serfrøðingabólk, sum skal kanna, hvussu útbreiðslan av nikotin kann avmarkast.

Frágreiðingin heldur, at nikotin er líka vanaelvandi sum heroin og kokain, og tí skal evni hava somu viðferð sum hesi.

RCP sigur, at hátturin sum verður nýttur at máta nikotin og tjøru í sigarettum er villeiðandi, tí hann tekur ikki hædd fyri, hvussu sigarettir verða royktar.

Frágreiðingin heldur eisini, at frámerki sum light og ultra light skulu forbjóðast, um tað ikki eru sannførandi prógv fyri, at hetta minkar um heilsuvandan við royking.

Í Bretlandi er tubbaksroyking orsøk til fimta hvørt deyðsfall.