Triðja umfarið í kappingini um at finna lekrasta spælaran í Sunset-kappingini varð í Pink-sendingini á Rás2 í gjár. Hesa ferð var tað hjá VB og VÍF, at spælararnir skuldu finnast, og her gjørdist úrslitið, at Bára Mortensen hjá VB og Nikolina Eyðbjørnsdóttir hjá VÍF vórðu valdar til finaluna. Finalan, har lurtarar við SMS-atkvøðum gera av, hvør er lekrasti spælarin, verður í Pink-sendingini komandi mikudag. Og stendur valið millum Randi S. Wardum (Kyndil), Ninnu K. Johansen (StÍF), Ásu á Neystabø (Neistin), Duritu Christophersen (Stjørnan), Báru Mortensen (VB) og Nikolinu Eyðbjørnsdóttir (VÍF).