Nikolaj Hess og Sissel Vera Pettersen konsertir í Fuglafirði og í Klaksvík

Mentanarhúsið í Fuglafirði og Atlantis í Klaksvík verða karmur um forvitnisliga musikalsa og musiska vitjan í næstum

Fuglafjørður og Klaksvík fáa forvitnisliga, musikalska og musiska vitjan í næstum. Tað er kendi danski jasspianisturin, Nikolaj Hess og navnframa norska jasssangarin, saxofonspælarin og myndlistakvinnan, Sissel Vera Pettersen, sum saman við Nikolaj Hess fara á pallin í Atlantis mánadagin tann 16. oktober kl 20:00 og í Mentanar-húsinum týsdagin tann 17. oktobur kl. 20:00.
Hesi hava spælt saman síðani 2003. Nikolaj Hess hevur verið áður í Fuglafirði, hetta var á Varmakeldu 2004, tá ið hann saman við brøðrum sínum gjørdi tónleikin til kantatuna hjá Alexandur Kristjansen  Her livir bygdin, og spældu teir eisini undir til hesa kantatu. Nikolaj undirvísir á rytmiska sangháskúlanum í Keypmannahavn og á new Scool of Musik í New York. Vilt tú hava meira at vita um Nikolaj Hess, so hevur hann heimasíðuna: www.nhess.dk
Sissel Vera Pettersen er kent navn á norska jasspallinum. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani ár 2000, har hon arbeiðir sum freelance tónleikari og sum myndlistakvinna. Sissel setir eisini tónleik til film og ballettir. Hon hevur fingið fleiri heiðursgávur t. d. Have no fear heiðursgávuna frá Oslu jassradio og fekk í 2004 dunaskaps heiðursgávu frá jassfagnaðinum í Trondheimi, annars hevur Sissel heimasíðuna www.sisselvera.com , har fleiri upplýsingar fáa um hennara virsksemi.
Hesir livandi tónleikarar finna saman á ljóðførum sínum í kendum poppløgum, fólkatónleiki, jassi, afrikanskum ljóðmyndum, indiskum ragas og lyriskum sálmaløgum, sum byggja upp undir eina livandi improvisitiatión, sum er verd at luta eftir.