Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken ferðaðust í dag úr Aarhus til Skive fyri at spæla dyst móti Skive, ið er oddalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Skive var greiður favorittur undan dystinum, men tað eydnaðist Skovbakken at geva Skive ein skarpan gang.
Dysturin endaði við einum teprum 32-31 sigri til Skive. Viktor Vlastos skoraði sigursmálið til 32-31 tá 35 sekund vóru eftir. Í steðginum var Skive á odda 18-17.
Sunnudagin 22. oktober tekur Skovbakken móti Odder á heimavølli.
Støðan:
| Nr | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | Skive fH | 7 | 13 |
| 2 | Grindsted | 6 | 9 |
| 3 | HC Midtjylland | 6 | 8 |
| 4 | HØJ | 6 | 8 |
| 5 | Skovbakken | 7 | 8 |
| 6 | Team Sydhavsøerne | 6 | 7 |
| 7 | Aarhus HC | 6 | 7 |
| 8 | TM Tønder | 6 | 7 |
| 9 | FIF | 6 | 5 |
| 10 | Rækker Mølle | 6 | 4 |
| 11 | Odder | 6 | 4 |
| 12 | Vendsyssel | 6 | 3 |
| 13 | Køge | 6 | 2 |
| 14 | HC Odense | 6 | 1 |











