Nik og Jay á marknaðin í morgin

Í morgin kemur nýggja fløgan hjá Nik og Jay, sum Eivør Pálsdóttir eisini er partur av. Stóra danska tónleikasíðan gaffa.dk hevur blandaðar kenslur um nýggju fløguna hjá Nik og Jay.

 

Ummælarin Signe Bønsvig Wehding heldur, at lagið ?Mod Solnedgangen? er ein nýggj útgáva av gamla lagnum ?En dag tilbage?, og ummælarin heldur eisini, at fløgan í stóran mun tykist verða ógvuliga lík teimum undanfarnu.

 

Tað eru næstan fimm ár síðani, at Nik og Jay lótu nýtt tilfar frá sær, og hesi árini hava poppdreingirnir roynt at funnið seg sjálvan og meiningina her í lívinum, sum teir taka til.

 

Nú eru teir til reiðar við nýggjari fløgu, sum ummælarar í Danmark halda verða ein uppdatering av gomlum løgum.

 

Fløgan kemur á gøtuna í morgin.