Donsku poppdreingirnir Nik & Jay kunnu í hesum døgum hátíðarhalda 10 ára jubileum, og tað gera teir við at vera á størstu konsertferðini nakrantíð. Men sambært monnunum, sum seinastu tíggju árini hava sungið millum annað Lækker, En dag tilbage og Hot, so hava teir ikki fyrireikað seg stórvegis til nógvu konsertirnar.
- Vit hava ikki havt so nógva tíð til fyrireikingar. Eg havi verið í Los Angeles, vit hava brúkt tíð upp á EM-sangin, og harafturat hava vit eisini gjørt nógv ymisk remix. Hesaferð hava vit verið saman við bólkinum í einum høli í Nordvest og bara vant fáar ferðir, greiðir Nik frá.
- Tú skalt ikki leggja alt til rættis heilt niður í smálutir, tí so verður tú svakur. Men sjálvandi hava vit gjørt okkum nakrar tankar. Hetta er okkara mest ambitiøsa konsertferð nakrantíð, og vit blanda tað aukustiska við Las Vegas og heimsins størsta ljósshow, fortelur Jay.
Hóast teir siga seg ikki hava gjørt tær stóru fyrireikingarnar áðrenn konsertferðina, so hava Nik & Jay í hvussu so er hugsað um at vera væl fyri kroppsliga.
- Ein konsertferð er fín motivatión fyri at koma í gongd við venjing av ymsum slag. Eins og øll onnur fara í venjingarmiðstøðir aftan á nýggjársaftan, so koyra vit hart á við venjing áðrenn eina konsertferð, sigur Jay. Sambært Nik venja teir tó ikki eftir einum ávísum leisti.
- Vit brúka ikki eitt ávíst venjingarprogramm. Tað snýr seg í størri mun um, at vit halda okkum í gongd, standa á skateboard og gera nakrar push-ups. Vit arbeiða allatíð. Onkuntíð sova vit bara tríggjar tímar um náttina. Ert tú ikki væl fyri kroppsliga, so gongur tað bara ikki, sigur Nik.