- Tað verður eitt heilt serligt show í august. Tað er so langt síðani, vit hava verið í Føroyum, at vit gera nógv burturúr, siga Nik & Jay, sum fara at hava gestir við á pall - Vit vita enn ikki heilt hvat verður á skránni í Klaksvík. Vit vilja gjarna gera eitt heilt serligt show til føroyingar, eftirsum tað nú er so langt síðani vit hava verið har. Men sjálva skránna gera vit nakrar dagar, áðrenn vit koma til summarfestivalin, greiðir Nik frá.
- Tað gera vit við at fara í studio saman við nøkrum tónleikarum, har vit bara sita og jamma og finna útav hvat skal til fyri at gera eina stóra fest.
- Men vit kunnu gott avdúka, at vit hava gestir við, skoytir Jay uppí.
- Ja, vit koma við gestum og ætla at gera eina rímiliga stóra veistlu, tekur Nik undir við honum.
- Vit hava spælt við sama orkestrið í 8 ár, men nú hava vit gjørt av at gera nakað nýtt, og hava massar av øllum møguligum góðum við. Vit hava til dømis heitasta DJ?in í Danmark við okkum, og vit lova, at tað verður gott og festligt í Klaksvík, slær Jay fast.