Niinistö vann í Finnlandi

Alt bendir á, at fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Sauli Niinistö vann seinna umfar av forsetavalinum í Finnlandi í dag. Tey fyrstu tølini vísa, at Niinistö hevur fingið góð 65 prosent av atkvøðunum, og at valevnið hjá Teimum Grønu, Pekka Haavisto, hevur fingið knappliga 35 prosent.

Niinistö og Haavisto fingu flestar atkvøður í í fyrra valumfarinum, sum var tann 22. januar.

Vinnarin tekur við eftir Tarja Halonen, sum hevur verið finskur forseti í tvey valskeið og tí ikki kundi stilla uppaftur.